Royn ókeypis coaching tíma
.png)
Royn ein ókeypis coaching tíma
Tú hevur møguleikan, at uppliva coaching heilt ókeypis, við at fylla teigirnar út niðast á síðuni.
Til hendan coaching tíman tosa vit um avbjóðingar og forðingar tú vil basa, størri mál og dreym(ir) tú hevur.
Tú fær eisini coaching til eina avbjóðing tú hevur í løtuni.
Hvat kanst tú fáa burturúr coaching?
Tú fær hjálp við at basa avbjóðingum tú ert í við vegleiðing, coaching og amboð til júst tað avbjóðingina tú hevur.
Endamálið er, at gerast ein betri ella tann besta útgávan av tær. Hetta byrjar, við at styrkja tín hugburð, tí alt stress og forðingar byrja við neiligum tankum um støðuna tú ert í.
Við at broyta og styrkja tín hugburð, kanst tú basa avbjóðingum og røkka úrslit, tú ikki hevur rokkið fyrr.
Um tú hevur størri mál og dreymir, so verður sett fokus á hetta, tí tað er hetta sum er spennandi fyri teg og kann "hála" teg tann vegin tú vil í tínum lívið.
Tú kanst millum annað fáa greið mál, sum eru í tráð við tín dreym og eina ætlan við konkretum handlingum, venjingum og amboðum, sum hjálpur tær at røkka tínum málum.
Títt potentiali er ókent. Við at koma at kenna teg sjálva/n betur og menna teg - eitt stig á gangin - kanst tú byrja at síggja títt potentiali.
Tað deiliga er, at tú kanst læra at njóta ferðina, samstundis sum tú kemur at kenna teg betri og røkkur størri úrslit.
Gleði og nøgdsemi kemur frá, at málrættað fara eftir tí tú vil í lívinum og til arbeiðis - og samstundis duga at njóta ferðina har til.
Viðmælir frá glaðum kundum
