top of page
Um Meistran
Portrett mynd (10).png

Meistran er rikið av Heina Weihe, sum er cert. virkismennari & ráðgevi (business coach & consultant), cert. lívsmennari (life coach) og cert. Positive Intelligence coach. Eisini hevur hann bachelor útbúgving innan Business Management.

​

​Heini hjálpur leiðarum, starvsfólkum og einstaklingum blíva ein betur útgáva av sær til arbeiðis og í lívinum.

​

Við hesum breiðu førleikunum kann hann bjóða heilt serligar loysnir til bæði virkir og einstaklingar. Hann kann hjálpa leiðarum og starvsfólkum klára seg betur til arbeiðis og møta til arbeiðis við yvirskoti og eldhuga. Eisini kann hann hjálpa eintaklingum at klára seg betur bæði í lívinum og røkka størri úrslitum til arbeiðis.

Hvør er Heini?

Áðrenn Heini fór í gongd við at arbeiða sum coach, er hann farin ígjøgnum fleiri avbjóðingar og broytingar sjálvur, sum hava fyrireika hann at arbeiða sum coach. 

​

Heini er av natúr eitt kappingarmenniskja og strembar altíð eftir at læra, flyta seg og røkka størri málum. Hetta hevur ført til, at hann hevur rokkið fleiri stór mál í sínum lívi. 

 

Millum annað bleiv hann føroyameistari í kappróðri í 2010 og 2011 við Argjabátinum. Tá hann fór undir lestur í Englandi innan Business Management, fekk hann hægsta møguliga próvtal og vann heiðursløn fyri bestu endaligu høvuðsuppgávu. Eftir útbúgvingina fór Heini at arbeiða innan sølu, har hann innan 1 ár gjørdist besta sølufólk út av 100 starvsfólkum.

 

Síðani ynskti Heini at halda áfram við at avbjóða seg sjálvan og valdi at siga starvið frá sær og byrja sín egna nethandil, har hann seldi fitness vørur og flutti samstundis til Thailands, tí nethandilin gav honum frælsi til at arbeiða allastaðni frá í heiminum. Eftir at hava rikið handilin í 2 ár gjørdist tað greitt, at tað var ikki tað hann brendi fyri.

​

Úrslitið var, at Heini seldi nethandilin í 2017 og fór at leita í sær sjálvum, fyri at gerast greiður í hvat yrki hann ynskti at arbeiða við. Niðurstøðan var, at hann ynskti at hjálpa øðrum at røkka stór úrslit - bæði til arbeiðis og í lívinum.

 

Í samband við hetta tók Heini fyrst eina útbúgving sum lívsmennari (life coach). Seinni tók hann eisini útbúgving sum virkismennari & ráðgevi (business coach & consultant) frá Mindvalley, sum er heimsins størsta fyritøka innan persónliga og professionella menning. Omaná hetta er Heini útbúgvin sum Positive Intelligence coach.

​

Við hesum útbúgvinum omaná at hava lisið og roynt alskyns amboð í meira enn 10 ár, so hevur Heini breiðar førleikar at hjálpa leiðarum, starvsfólkum og einstaklingum at røkka úrslitum tey ynskja og blíva ein betur útgáva av sær. 

Endamálið hjá Meistran

Tað hevur oftani verður spurt, hvat er endamálið við lívinum? 

​

Serfrøðingar, filosoffar, andaligir lærarar og granskarar, ið hava gjørt eina roynd at svara hesum stóra spurninginum, hava javnan funnið fram til sama svar. Klár/ur at hoyra svarið? Tað er at liva eitt lív við gleði.

​

Tú hugsar kanska, at tað er ómøguligt at vera glaður allatíð. Og tað hevur tú 100% rætt í.

 

Men gleðin talan er um her, er tá ein livur eitt lív við einari djúpri meining, sum er í tráð við hvat tú vil, bæði í privatlívinum og til arbeiðis - og eina kenslu av, at tú hevur førleika at liva hetta lívið.

​

Lívið er fult av avbjóðingum, sum kann skapa ótta, angist, sorg ella vreiði. Men vit kunnu læra at fáa ein hugburð, sum dugur at síggja møguleikarnar og gávurnar í øllum avbjóðingum.

​

Endamálið hjá Meistran er tí at hjálpa so nógvum føroyingum, sum hava dirvi til tað, at velja sjálvsmenning til og blíva ein útgáva av sær, sum gevur einum gleði, nøgdsemi og meining  - bæði til arbeiðis og í lívinum. Um nóg nógv gera tað, so kunnu vit saman kunnu taka ábyrgd fyri at gera Føroyar og verðina til eitt betri stað hjá tí næsta ættarliðinum at liva í.

 

Hetta ljóðar sjálvandi stórt, men um vit gera miðvís smá framstig, so føra øll hesu smáu framstigini til stór úrslit. Í hesum sambandi kann vera gott at minnast á kendu orðini hjá Mahatma Gandhi: "Ver broytingin tú ynskir at síggja í verðini".

bottom of page