top of page

Skapa tað góða arbeiðsplássið

Har leiðsla og starvsfólka saman skapa tey bestu úrslitini - við størri yvirskoti, trivnaði og eldhuga.

target.png

Endamálið við einum virki

Í grundini er endamálið við einhvørjum virki, at skapa góðar loysnir fyri teirra kundar.

 

Fyri at gera hetta krevst altíð starvsfólk, sum upprunaliga skapa loysnirnar og bjóða tær fram til møguligar kundar.

 

Um loysnirnar eru góðar, so gerast kundarnir glaðir og afturvendandi, sum førur til hægri umsetning. Og soleiðis vaksa fyritøkur.

Trupulleikin er tó...

Tað útbrenda arbeiðsplássið

...at starvsfólk javnan verða gloymd í hesari tilgongdini, sum førur til eina afturgongd í felagnum. Tað hendur á hendan hátt: Virkið hevur skapt góðar loysnir. Tað selur loysnirnar til sínar kundar. Og starvsfólk gerast síðani ein liður í hesari tilgondini, sum skal pressast, næstan sum tey vóru ein maskina, uttan atlit til menniskjað handan starvsfólkið, sum hevur sínar kenslur, forðingar og avbjóðingar.

Verður hetta gjørt ov leingi og hond ikki verður tikin um tað, førur hetta í flestum førum til útbrend og strongd starvsfólk, sum fyrr ella seinni gerast fráverandi, sløkna mentalt, missa eldhugan undir øllum trýstinum, koma í konfliktir, gerast sjúkrameldaði ella í síðstu atløgu siga upp. Hetta kalla vit 
tað útbrenda arbeiðsplássið.

Hinvegin, so kann eitt arbeiðspláss eisini vera somikið...

pexels-shvetsa-4226221.jpg
Forvirrað starvsfólk.png

Tað óskipaða arbeiðsplássið

...óskipað, at starvsfólk ikki vita hvønn veg tey skulu venda, tí teirra uppgávur, mál og mannagongdir eru ógreiðarJavnan manglar eitt endamál og meining við arbeiðinum. 

Hetta førur eisini til sløknaði starvsfólk, har eldhugin fánar burtur, tí tað hvørki er stuttligt ella spennandi at arbeiða fyri eina slíka fyritøku.

Og fyrr ella seinni førur hetta eisini til strongd, konfliktir og at enda uppsøgnir. Hetta kalla vit tað óskipaða arbeiðsplássið.

Í báðum førum skapar hetta eitt...

Óstøðugt virkið og afturgongd

...óstøðugt virki, tí tað ikki hevur styrkt tað mest umráðandi liðið í fyritøkuni, sum er teirra starvsfólk. Í longdini kann tað føra til, at virkið fer á húsagang.

 

Kanska tað hevði fantastiskar vørur ella tænastur, men tí at tað hvørki raðfesti ella megnaði at taka sær av sínum starvsfólkum, so fingu kundarnir ongantíð møguleikan at fáa ágóðan av teirra góðu vørum og tænastum.

Kynstrið er...

Afturgongd.png
Glað starvsfólk.png

Tað góða arbeiðsplássið

...at finna vegin ímillum tað útbrenda og óskipaða arbeiðsplássið.

Á hesum arbeiðsplássinum hava starvsfólkini umstøðurnar og amboðini til at blíva til ein betur útgáva av sær og skapa tey bestu avrikini

Arbeiðsplássið fær góð og eldhugaði starvsfólk koma í starv og dugur at varðveita dugnaligu starvsfólkini, sum longu eru í starvi. 

Leiðslan og starvsfólk skapa saman tey bestu úrslitini - við størri yvirskoti, trivnaði og eldhuga.

Hetta kalla vit tað góða arbeiðsplássið.

"Um tú tekur tær av tínum starvsfólkum, so taka tey sær av tínum kundum"

- Richard Branson

Hvussu verður hetta gjørt?

Hetta ljóðar einkult, men at gera tað í roynd og veru er nakað heilt annað. At fáa starvsfólk og leiðarar at samstarva og avrika við eldhuga - uttan at brenna út - kann vera torført. Men við teimum røttu amboðunum og hjálp ber hetta til.

Tað er hesum, sum Meistran hjálpur við. At skapa 1. dugnarligar leiðarar, 2. avrikandi starvsfólk og 3. samstarvandi toymir, sum saman skapar
tað góða arbeiðsplássið og tey bestu avrikini.

1

Dugnaligir Leiðarir

Alt byrjar við leiðarunum. Dugnaligir leiðarar skapa avrikandi og trívandi starvsfólk. Teir vita, at besta íløgan fyri virkið er at menna síni starvsfólk.

2

Avrikandi  Starvsfólk

Við avrikandi og trívandi starvsfólkum gerst alt lættari. Tey duga at taka ábyrgd fyri egna avriki, menning og samstarvi við onnur starvsfólk. Tey skapa glaðar og afturvendandi kundar. 

3

Samstarvandi Toymir

Um arbeiðsplássið hevur samstarvandi toymir, so skapar hetta synergi, sum ger at toymið sjálvt skapar størri úrslit enn hvørt einstaka starvsfólk megnar hvør sær. 

Vit kunnu hjálpa við bæði einstøkum starvsfólkum og leiðarum - og í bólkum við einum ella fleiri toymum. Alt eftir hvat tørvurin er.

 

Broyting verður mátað bæði áðrenn og eftir okkara samstarv byrjar, fyri at tryggja, at framstig verður gjørt og úrslit rokkið.

Ljóðar hetta spennandi?

Um tit hava avbjóðingar við útbrendum, óeldhugaðum, strongdum ella óskipaðum starvsfólkum og/ella leiðarum, so bílegg eitt ótengt prát við at fylla frymilin út niðanfyri.

Tit fáa síðani eina uppringing innan 24 tímar (undantikið vikuskiftið), har spurt verður í stuttum inn til tykkara avbjóðing(ar) fyri at meta um vit eru tey røttu, at hjálpa við tí.

 

Um tað verður mett, at vit kunnu hjálpa, so møtast vit til eitt prát, at tosa nærri um tykkara avbjóðingarnar og hvussu vit kunnu hjálpa.

Bílegg prát

Bílegg ótengt prát

Takk fyri!

bottom of page