Royn ókeypis coaching tíma
.png)
Endamálið Við Einum Virki

Endamálið, við einhvørjum virki, er at skapa góðar loysnir fyri kundar teirra.
Um loysnirnar eru góðar, so gerast kundarnir nøgdir og afturvendandi, ið samstundis førir til hægri umsetning og færri útreiðslur.
Trupulleikin er tó...
Tað Útbrenda Arbeiðsplássið
...at starvsfólk javnan verða gloymd í hesi tilgongd.
Tað hendir á hendan hátt: Virkið hevur skapt góðar loysnir. Tað selur loysnirnar til sínar kundar, umsetningurin veksur støðugt.
Men starvsfólkini gerast síðani ein liður í hesi tilgongdini, ið skal pressast, sum vóru tey ein maskina.
Hetta førir til útbrend starvsfólk, ið gerast fráverandi, sløkna mentalt, missa neistan og í síðstu atløgu siga upp.
Hetta verður kalla:
Tað Útbrenda Arbeiðsplássið.
Hinvegin, so kann eitt arbeiðispláss eisini vera so mikið...

Tað Óskipaða Arbeiðsplássið

...óskipað, at starvsfólk ikki vita, hvønn veg tey skulu venda, tí at uppgávurnar og mannagongdinar eru ógreiðar.
Starvsfólkini mangla eitt endamál og eina meining við arbeiðinum.
Hetta førir eisini til sløknaði starvsfólk, har neistin fánar burt, tí tað hvørki er stuttligt ella spennandi at arbeiða fyri eina slíka fyritøku.
Og fyrr ella seinni førir hetta eisini til minni umsetning, fleiri útreiðslur, strongd, konfliktir og at enda uppsagnir.
Hetta verður kalla:
Tað Óskipaða Arbeiðsplássið.
Í báðum førum skapar hetta eitt...
Óstøðugt Virkið og Afturgongd
...óstøðugt virki, tí tað ikki hevur styrkt tað mest umráðandi liðið í fyritøkuni, ið er...
...teirra starvsfólk.
Í longdini førir tað til, at virkið fær afturgongd
ella í ringasta føri fer á húsagang.
Loysnin er...

Tað Góða Arbeiðsplássið

...at finna vegin ímillum tað Útbrenda og Óskipaða arbeiðsplássið.
Her hava starvsfólkini umstøðurnar og amboðini til at blíva ein betri útgava av sær sjálvum og skapa tey bestu úrslitini.
Arbeiðsplássið fær góð og ágrýtin starvsfólk í starv og samstundis varðveitir tey, ið longu eru í starvi.
Leiðslan og starvsfólk skapa saman tey bestu úrslitini - við størri yvirskoti, færri útreiðslum, trivnaði og ágrýtni.
Vælkomin til
Tað Góða Arbeiðsplássið.
"Um tú tekur tær av tínum starvsfólkum,
so taka tey sær av tínum kundum"
- Richard Branson
"Hvussu Verður Hetta Gjørt?"
At fáa starvsfólk og leiðarar at samstarva og avrika við ágrýtni- uttan at brenna út - kann vera torført. Men við teimum røttu amboðunum og hjálp ber tað til.
Vit hjálpa tær við at skapa:
1
Dugnaligir Leiðarir
Alt byrjar við leiðarunum. Dugnaligir leiðarar skapa avrikandi og trívandi starvsfólk.
2
Avrikandi Starvsfólk
Alt er lættari við avrikandi og glaðum starvsfólki.
Tey skapa nøgdar og afturvendandi kundar.
3
Samstarvandi Toymi
Arbeiðsplássið hevur samstarvandi toymi, ið skapa synergi og gevur størri úrslit.
Vit kunnu hjálpa tær við bæði einstøkum starvsfólkum og leiðarum - og í bólkum við einum ella fleiri toymum. Alt eftir hvat tørvurin hjá tær er.
Set Teg Í Samband
Fyri Eitt Óbindandi Prát
Um tú hevur avbjóðingar við útbrendum, strongdum ella óskipaðum starvsfólkum og/ella leiðarum, ið eisini mangla ágrýtni, so bílegg eitt óbindandi prát við at fylla frymilin út niðanfyri.
Um tað verður mett at vit kunnu hjálpa, so møtast vit til eitt prát at tosa nærri um tykkara avbjóðingar, og hvat næsta stig hjá okkum verður.
