Royn ókeypis coaching tíma
.png)
Um Meistran
Heini Weihe eigur og rekur Meistran. Hann hevur holla vitan og útbúgvingar innan leiðslumenning, starvsfólkamenning og lívsmenning (life coaching).
Heini hjálpur leiðarum, starvsfólkum og einstaklingum blíva ein betur útgáva av sær til arbeiðis og í lívinum.
Við hesum breiðu førleikunum kann hann bjóða heilt serligar loysnir til virkir og einstaklingar. Hann kann hjálpa leiðarum og starvsfólkum klára seg betur til arbeiðis og møta til arbeiðis við yvirskoti og eldhuga. Eisini kann hann hjálpa eintaklingum at klára seg betur bæði í lívinum og røkka størri úrslitum til arbeiðis.
.png)
Viðmælir





Umhugsar tú at leita tær hjálp og vegleiðing hjá einum coach, so kann eg greitt viðmæla Heina sum rekur Meistran.
Tað kann vera ómetaliga torført, at sleppa sínum negativu hugsanum um seg sjálva, men við hjálp og vegleiðing frá Heina, hava samrøðurnar givið mær lívsgleði og persónliga styrki aftur og eg havi nátt tey mál, sum eg setti mær fyri at náa hetta tíðarskeið í lívinum.

Maud Wang Hansen
Royn ókeypis coaching tíma
Fá møguleikan, at royna og uppliva coaching. Fá ein heilt ókeypis coaching tíma. Fyll teigirnar út niðanfyri, so verður tú uppringd/ur fyri at avtala eina tíð sum hóskar at hava tíman.
Her verður eisini spurt inn til hvat tú ynskir hjálp við, fyri at tryggja, at hetta er tað rætta fyri teg. Hetta prátið tekur bert 5-10 minuttir.
Coaching samrøðan er í hølum á Hvítanesi. Um tú býrt longur burturi frá Havnini, so er eisini møguligt at hava samrøðuna heimanífrá yvir netið.