top of page

Viðmælir frá glaðum kundum 

Stjørna.png
Stjørna.png
Stjørna.png
Stjørna.png
Stjørna.png

Tað vóru ikki meir enn 2-3 vikur farnar, so byrjaði eg at merkja eina veruliga spontana gleði aftur. Skeiðið sum eg tók, var sera altumfatandi, og venjingarnar og uppgávurnar kundi brúkast bæði í samband við relatiónir, parlag, arbeiðslívið, persónliga menning, foreldraleiklutin og onnur øki. Alt viðmælið: Í langa tíð bardist eg við ymiskum sosialum og persónligum avbjóðingum, sum ávirkaðu hvat eg megnaði at avrika, bæði á privat- og arbeiðsfrontinum. Eg føldi at eg fekk minni og minni frá hondum og mátti við tíðini ásanna at eg hevði tunglyndi og omaná tað hevði eg verið stongd í mong ár, uttan at vita tað. Eg sá at eg tørvaði hjálp og umframt at eg hevði ein sera góðan sálarfrøðing, sum hjálpti mær at síggja hendan veruleikan í eyguni, valdi eg at seta meg í samband við Meistran. Frá fyrsta møtinum, varð eg møtt, júst har eg var. Heini var púra róligur, og man føldi eina sannføring frá hansara síðu, um at hetta kundi eg saktans yvirvinna. Tað vóru ikki meir enn 2-3 vikur farnar, so byrjaði eg at merkja eina veruliga spontana gleði aftur, og eftir 12 vikur føldi eg at eg var blivin “meg sjálva” og merkti betri hvat eg sum einstaklingur hevði tørv á og ynskti at fáa burtur úr mínum lívi. Skeiðið sum eg tók, var sera altumfatandi, og venjingarnar og uppgávurnar kundi brúkast bæði í samband við relatiónir, parlag, arbeiðslívið, persónliga menning, foreldraleiklutin og onnur øki. Eg lærdi at skilja vreiði, iðran, angist, skomm, vónbrot, ónøgdsemi, skuldarkenslur og annað, sum eg hevði at stríðast við – og at EG kundi venda alt hetta til nakað gott og gevandi, við at GERA og HANDLA uppá øðrvísi mátar. Eg føldi allan vegin ígjøgnum hvussu eg mentist, og bleiv klókari upp á meg sjálva og sjálvt um skeiðið endaði, so endaði mín menning ikki, men eg sá nemliga at eg kann altíð menna meg enn og meir og fáa tað ENN og betri, tí eg havi fingið sterk og konkret amboð til at halda á, at mennast og gerast enn og sterkari.

Viðmæli - Mirjam Eriksen.png

Mirjam Eriksen

Stjørna.png
Stjørna.png
Stjørna.png
Stjørna.png
Stjørna.png

Umhugsar tú at leita tær hjálp og vegleiðing hjá einum coach, so kann eg greitt viðmæla Heina sum rekur Meistran. Við hjálp og vegleiðing frá Heina, hava samrøðurnar givið mær lívsgleði og persónliga styrki aftur og eg havi nátt tey mál, sum eg setti mær fyri at náa hetta tíðarskeið í lívinum. Alt viðmælið: Eg var í eini sera strongdari støðu í byrjanini av 2020, tá eg skuldi lata mína master ritgerð inn, samstundis sum eg stríddist við álvarsliga sjúku. Ein dagin kom møguleikin at fáa eina ókeypis samrøðu hjá Sálarmegi og eg meldaði til og var so heppin at fáa eina samrøðu við Heina. Henda fyrsta samrøðan sannførdi meg um, at eg skuldi royna eina røð av samrøðum og í dag eri eg sera takksom fyri at gjørdi tað. Heini hevur leitt meg gjøgnum eina sera tunga tíð, við stórum avbjóðingum og hann megnaði at leiða meg burtur frá mínum negativu og tyngjandi tonkum og míni avmakt og at geva mær amboð til at kveikja trúnna uppá meg sjálva aftur. Eg havi nú staðið mína útbúgving sum Master of Social Sciences og eg havi fingið eina munandi betri heilsu og tapt nógva vekt. Eg fann mína innaru Pippi aftur Tað kann vera ómetaliga torført, at sleppa sínum negativu hugsanum um seg sjálva, men við hjálp og vegleiðing frá Heina, hava samrøðurnar givið mær lívsgleði og persónliga styrki aftur og eg havi nátt tey mál, sum eg setti mær fyri at náa hetta tíðarskeið í lívinum.

Maud Wang Hansen

Viðmæli frá Malan - 300x350mm.png
Ada Horn (3).png
Viðmæli frá Eilin.png
Viðmæli frá Siennu (uttan tekst ovast).png
Viðmæli frá Norman - 300x350mm.png
bottom of page