Royn ókeypis coaching tíma
.png)
Viðmælir frá glaðum kundum





Meistran hevur hjálpt okkum við at menna og styrkja okkara leiðarar, og tá ið tað eru leiðararnir, sum skulu ganga á odda fyri at styrkja mentanina, er sera týdningarmikið at geva teimum tey røttu amboðini. Vit gleða okkum at halda á fram við samstarvinum og viðmæla øðrum fyritøkum at royna eitt samstarv við Meistran Alt viðmælið: Meistran hevur hjálpt okkum við at menna og styrkja okkara leiðarar, og tá ið tað eru leiðararnir, sum skulu ganga á odda fyri at styrkja mentanina, er sera týdningarmikið at geva teimum tey røttu amboðini. Vit hava fingið sera nógv burturúr samstarvinum higartil. Nógv góð hugskot eru komin fram, ið hava hjálpt okkum á einum praktiskum og strategiskum støði. Vit eru nýliga farin víðari frá leiðslustøðinum og til restina av starvsfólkatoyminum. Her hava vit, eitt nú, gjørt eina størri starvsfólkakanning. Meistran hevur havt framløgur um úrslitið – og um ymisk viðkomandi evni, sum kanningin vísti verða neyðug. Starvsfólkini hildu hetta verða spennandi, mennandi og viðkomandi. Heini frá Meistan er ágrýtin, álítandi og ábyrgdarfullur, ið er sera týdningarmikið fyri okkum. Útfrá einum HR-sjónarmiði er tískil umráðandi, at okkara samstarvsfelagar ikki bert eru fakliga sterkir, men eisini hava tey røttu virðini við í gongdini. Vit arbeiða støðugt við at skapa “tað góða arbeiðsplássið”, har ið trivnaður og avrik ganga hond í hond. Vit gleða okkum at halda á fram við samstarvinum í 2025 og viðmæla øðrum fyritøkum at royna eitt samstarv við Meistran. Kærar heilsanir, Ása J. Pólsdóttir Starvsfólkaleiðari SPORT 24 Føroyar

Ása Pólsdóttir
Starvsfólkaleiðari, SPORT 24 Føroyar





Hann hevur hjálpt mær at hugsa positivt. Eg havi ofta verið uppgevandi og ørkymlað, tá vit eru byrjað at tosa, men tá samtalan var liðug, broytti eg hugsanarhátt. Eg hevði ynskt, at eg hevði fingið hetta tilboðið antin áðrenn ella í byrjanini av mínum starvi sum leiðari, tí so var eg betur ”ílatin” til mínar avbjóðingar sum leiðari. Alt viðmælið: Tá mín leiðsla bjóðaði mær á eitt skeið í leiðslumenning hjá Heina, tók eg av og tað havi eg ikki angrað eina einastu løtu. Eg havi havt samrøðu við Heina við jøvnum millumrúmi. At byrja við tosaðu vit hvørja viku, síðani aðru hvørja. Eg má siga, at eg eri takksom fyri at hava fingið hendan møguleikan frá mínari leiðslu. Ótrúliga flott, at ein leiðsla bjóðar sínum starvsfólki hetta. Eg havi arbeitt í skjótt 8 ár á mínum arbeiðsplássi. Eg hevði ynskt, at eg hevði fingið hetta tilboðið antin áðrenn ella í byrjanini av mínum starvi sum leiðari, tí so var eg betur ”ílatin” til mínar avbjóðingar sum leiðari. Sum leiðari er tað umráðandi at møta øllum starvsfólkum har tey eru, tora at siga sína meining, tora at siga frá og at seta mørk. Eg, sum persónur, havi altíð viljað, at onnur eru nøgd og glað. Mær hevur als ikki dámt konfliktir, tí tað havi eg hugsað var nakað negativt. Konfliktir eru ikki altíð negativar. Tað hevur Heini hjálpt mær at vent til nakað positivt. Konfliktir ella avbjóðingar kunnu, í roynd og veru, menna, um tær verða loystar rætt. Eg havi, sum leiðari, helst viljað bara gjørt tað mesta einsamøll, tí so var tað lættast at sleppa burturúr, helt eg. Lættari enn at deila uppgávurnar út. Ein kann ikki gera alt einsamallur á einum arbeiðsplássi. ØLL skulu vera við, so tey eisini fáa eina arbeiðsgleði og føla seg viðurkenda/n at fáa uppgávur og seta sín dám á staðið. Eg var altíð stressað og troytt bæði til arbeiðis, og tá eg kom heim. Nú dugi eg betur at hava frí. Hetta hava samrøðurnar við Heina hjálpt mær við. Heini er eitt heilt ótrúligt menniskja. Hann er empatiskur, róligur, ein góður lurtari, og hann sær ALTÍÐ møguleikar heldur enn forðingar. Sjálvt tá harðast leikar á, er hann róligur og finnur tað positiva fram ístaðin fyri tað negativa. Hann hevur hjálpt mær at hugsa positivt. Eg havi ofta verið uppgevandi og ørkymlað, tá vit eru byrjað at tosa, men tá samtalan var liðug, broytti eg hugsanarhátt. Hann hevur lagt oyra til nógv, men hevur megnað at hjálpt mær at ”takla” tingini rætt. Næstan ótrúligt, men satt er tað, takk Heini 😊 Omaná tað sum eg havi lært sum við at ein betur leiðari, so havi eg eisini kunna brúkt amboðini í mínum privatlívið og merkt eina positiva broyting har! Eg vildi ynskt, at øll ovasta leiðsla bjóðaði sínum starvsfólkum (kanska serliga leiðarum), og sjálvandi ovastu leiðslupersónum, at tikið tímar við Heina. Eg vil geva Heina hjá Meistran míni allar bestu viðmæli! Takk Heini Vh Ann-Mari
