Royn ókeypis coaching tíma
.png)
Hvat er ein lívsmennari?
Ein lívsmennari (life coach) hjálpur tær at røkka úrslit, tú helt ikki megnaði. Tú fær vegleiðing, amboð, vitan og coaching, sum hjálpur tær at gerast tann besta útgávan av tær. Tú kanst koma at kenna tínar stykir, veikleikar, forðingar, virðir, stóra dreymin í lívinum og hvussu tú røkkur tín dreym ella handfarur avbjóðingar í praksis.
Hevur tú eina ella fleiri av hesum avbjóðingunum?
-
Følur teg strongda/n í lívinum sum heild
-
Ert útbrend/ur og manglar orku
-
Fær ikki tíðina at strekkja til
-
Ógreið/ur í hvat tú skal og manglar eina ætlan og/ella struktur í gerandisdegnum
-
Ótta, sum heldur tær aftur at gera tað tú vil gera
-
Veit ikki hvat tú skal í lívinum
-
Lágt sjálvsálit
-
Hevur nógvar neiligar tankar og kenslur
-
Klárar teg sum heild OK ella rímuluga væl í lívinum og vil klára teg uppaftur betri, men veit ikki hvussu
-
Hevur ein stóran dreym í lívinum, men veit ikki hvussu tú skal røkka hann
Um svarið var JA til eina ella fleiri avbjóðingar, so kann lívsmenning vera rætta loysn fyri teg
Hvussu Meistran hjálpur tær at røkka tínum úrsliti
Hevur tú nógvar avbjóðingar so sum strongd / stress ella manglandi orku? Ella gongur tað sum so heilt okay, fínt ella gott, men tú hevur nøkur størri mál tú ikki veit hvussu tú skal røkka? Kanska tú hevur ein stóran dreym, og ynskir vegleiðing og coaching at røkka dreyminum?
Tað er nógv sum er møguligt at koma inná í lívsmenning. Onkutíð vita vit ikki, hvat tað er sum forðar okkum í lívinum ella ger okkum stressaði. Óansæð hvat forðar tær, so verður tikið støði í har tú ert í løtuni. Síðani er neyðugt at vita hvat ein vil broyta ella mál ein vil røkka. Tað er ikki altíð, at ein veit hvat ein vil ella forðar einum. Hetta verður eisini funnið fram til saman við coachinum.
Sum heild fer øll broyting ígjøgnum 4 stig. Hesi stigini eru:
Stig 1 - Ótilvitska
Ein er ótilvitaður um tað ein ynskir at broyta og veit tí ikki hvat ein skal broyta. Somu feilir vera endurtiknir aftur og aftur, sum førur til strongd, ørkymlan og lágt sjálvsálit. Albert Einstein lýsur hetta væl í einum orðataki: "Ørskapur er at gera tað aftur og aftur, men vænta eitt annað úrslit".
Stig 2 - Tilvitska
Í stig 2 hendur ein tilvitska um broytingina ein ynskir at fara ígjøgnum. Her sær ein forðingar ein hevur og neyðugar førleikar, sum skulu til fyri at røkka broytingini ella úrslitinum. At vita hvat síni størri dreymur, visjón, ætlan og mál ein vil røkka er eisini partur hesum stiginum. Júst sum ein flogskipari má brúka eina málrættaða koordinatión fyri at røkka ferðamálinum, soleiðis er eisini við okkara lívið. Hvønn vegin fert tú í tínum lívið? Vil tú, at lívið skal verða tilvildarligt ella ynskir tú at velja hvat tú vil skapa í tínum lívið?
Stig 3 - Handling
Stig 3 er tað torførasta stigið og tað sum tekur longst tíð. Tað er her vit handla. Í hesum stiginum verða nýggjir, gagnligir vanar og førleikar skaptir, sum eru í tráð við langtíðar málum, visjón og ætlan. Her hjálpur coachurin tær at basa forðingum við vegleiðing og amboðum, soleiðis at tú ikki stendur í stað ella gert afturstig, men kanst røkka stutttíðar og langtíðar úrslitinum tú ynskir.
Stig 4 - Meistran
Tá tú hevur rokkið stig 4, so hevur tú skapt nýggjar vanar og førleikar, sum tú gert uttan at hugsa um teir - tí nú eru teir blivnir automatiskir. At røkka stórum málum ella einum ynskiligum lívið kann verða somikið einkult sum hava góðar og sterkar dagligar vanar, sum eru í tráð við langtíðar visjónina (dreymin). Oftari tú gert og endurtekur teir gagnligu, málrættaðu vanarnar dagliga, jú størri framstig og úrslit skapar tú dagliga. Og dagligt úrslit førur til vikuligt úrslit, sum førur til mánaðarligt úrslit, sum førur stórt úrslit tá árið er úti, sum førur til langtíðar úrslit.
Tá hetta er nevnt, so verður altíð dentur lagdur á at seta fokus á ferðina, heldur enn úrslitið. Tað vil siga, at tú veit hvat mál tú vil røkka, men fokus er á at fagnast og feira orkuna tú legði í at gerast tann besta útgávan av tær sjálvum. Soleiðis kann hvør dagur upplivast sum eitt framstig, tí tú veit at tú hevur gjørt títt besta tann dagin at røkka tínum málum.
Hvat eru tíni mál, dreymir, visjón ella ynskiliga lív?
Ein sterkur máti at motivera seg sjálvan til at fara ígjøgnum eina broyting er at spyrja: Hvat kostar tað mær, um eg einki geri? Hvat hendur, um eg standi í stað?
Títt potentiali er ókent og tað er bara tú, sum kann steðga tær sjálvum. Men tú hevur møguleika til at velja, at taka ábyrgd fyri tínum framstigi og gerast ein betri útgávan av tær.
Tað ræður ikki um at røkka einum stórum úrsliti fleiri mánaðir ella ár í framtíðini og síðani verða glað/ur. Hetta er ein avmarkandi tanki hjá tí neiligu, yvirlivilsis røddini í høvdinum, sum førur til nógva óneyðuga strongd, ótta og angist.
Gleðin og sterka sjálvsálitið kann upplivast hvønn dag, tá tú tekur tey smáu, dagligu stigini, sum eru beinleiðis í tráð við tíni langtíðar mál og visjón. Tá tú fert í song og veit, at í dag gjørdi tú títt besta, fyri at gerast ein betri útgáva av tær. Hetta dagliga úrslitið førur síðani av sær sjálvum til eitt stórt úrslit seinni.
Tú kanst nú fáa ein coaching tíma heilt ókeypis, har møguleiki er at læra meira um hvat tíni mál eru, forðingar sum steðga tær í at røkka tínum málum ella tosa um eina avbjóðandi støðu tú vil hava hjálp við. Trýst á "Bílegg ókeypis coaching tíma" niðanfyri.